140x140

Marknaseting

Tann, ið ynskir, kann fáa markið móti grannaogn staðfest og merkt. Tá er at venda sær til Umhvørvisstovuna.

 Rættindi til marknaseting kunnu bólkast í tveir bólkar.

1) Tá mørk eru burtur, og eigararnir ynskja at fáa tey sett av nýggjum.

2) Um markini eru ivasom, ella partarnir eru ósamdir um, hvar tey eiga at ganga. Tá kann koma uppá tal at reisa marksetingarmál eftir reglunum í matrikuleringslógini:

Mannagongdin er tá henda:


1) Landmátari innkallar eigararnar við innskrivaðum brævi í seinasta lagi eina viku frammanundan.

2) Landmátari ella eigari kann - í seinasta lagi fjórða dagin eftir innkallanina - biðja um at fáa 2 av hegnsýnismonnunum, uppnevndir av hegnsýnisformanninum í kommununi, at vera við.

3)  Um semja ikki fæst á staðnum, skal markið setast kortini, og partarnir fáa álit sendandi frá landmátaranum, har m.a. stendur, at setta markið er at rokna sum fyribilsmark. Um eigararnir ikki áðrenn 4 vikur, eftir at teimum er sent álitið, stevna grannaeigara fyri rættin at fáa staðfest annað mark, verður fyribilsmarkið endaligt.

 

Les meira:

Løgtingslóg nr. 64 frá desember 1962 um matrikulering og sundurbýti v.m.

Kunngerð nr. 14 frá 11. februar 2009 um gjøld eftir matrikullógini.

Marknaseting